2020-09-04 13:08
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Simbabvi verður tíðum rakt av álvarsomum veðurlagstrupulleikum. Eitt nú hevur turkur við sær, at fólk í nógvum økjum ikki hava atgongd til mat og drekkivatn, og at reinførið og heilsutrygdin eru avmarkað.
Við at brúka tøknina Forecast-based Action (FbA), sum nýtir veðurfrøði og váðalýsingar til at spáa um turrveður í framtíðini, ber til at síggja frammanundan, og sostatt fyrireika matvøruframleiðsluna á turkur. Á hendan hátt kann FbA brúkast til at fyribyrgja hungursneyð.
Reyði Krossur Føroya hevur latið 300.000 krónur til FbA verkætlan í Simbabvi.
Her ber til at síggja ein stuttan film, ið greiðir frá, hvussu Reyði Krossur nýtir FbA:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald