Innanlands

RIB-bátur kom í trupulleikar við Trøllkonufingur

Løgreglan og Vørn boða frá, at Rescue Sverri noyddist at lensa og sleipa skjóttgangandi bátin, og tey trý fólkini ið vóru við honum. Tyrla var eisini við

Rescue Sverri fekk fólk og bát til Miðvágs ( Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Rescue Sverri fekk fólk og bát til Miðvágs ( Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-18 10:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk ein skjóttgangandi bátur truppulleikar í Vàgum í gjár. Hesum boðar vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá í morgun.

Á heimasíðuni hjá hjá Vørn verður hendingin staðsett Við Trøllkonufingur

Til ber at síggja smálutir um hendingina her

Har stendur eisini, at RIB-báturin tók sjógv inn. Løgreglan sigur, at hetta hevði motorsteðg við sær. 

Hjálp varð boðsend, og hendan kom sanniliga eisini á staði: 

- Rescue Sverri, Tyrlan Rescue HIH, Krosstindur og Grønhólmur, Politi, MRCC Tórshavn

Tað endaði við, at Rescue Sverri lensaði skjóttgangandi bátin og sleipað hann inn á Miðvág.

Løgreglan boðar frá, at trý fólk vóru í bátinum. Tey komu øll trygt til land við Rescue Sverra. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder