2019-11-12 16:40
Arbeiðið hjá Tórshavnar kommunu at seta ísvøllin upp er nú liðugt.
Kommunan sigur, at líkt nú er til, at øll kunnu skreiða á Vaglinum, tá ísvøllurin letur upp fríggjadagin klokkan 14.
Sum vant verður tónleikur at hoyra og kaffi og kakao til keyps í sølubúðum nærindis.
Ætlanin er, at skoytibreytin verður opin frá 15. november 2019 til 15. januar 2020.
Skoytibreytin er opin soleiðis:
Mánadag – Fríggjadag: 14 – 22
Leygardag: 10 - 22
Sunnudag: 14 – 22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald