2020-08-25 14:56

Í ólavsøkurøðuni hjá løgmanni varð gjørt greitt, at ymiskt viðvíkjandi ríkisfelagskapinum skuldi takast upp og viðgerast.
Løgmansskrivstovan boðar frá, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava á fundi fyrrapartin viðgjørt samstarvið í ríkisfelagsskapinum.
- Fleiri viðurskifti í ríkisfelagsskapinum eru í løtuni í einari spennandi legu, og løgmaður og danski forsætisráðharrin eru á einum máli um, at mongu møguleikarnir í ríkisfelagsskapinum eiga at verða gagnnýttir til fulnar, skrivar lms.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald