Donsk skúlabørn skulu hava meira vitan um ríkisfelagsskapin, og tí skal m.a. skipast fyri evnisviku í fólkaskúlanum, har børnini skulu læra um sambandið við Grønland og Føroyar, boðar danski barna- og útbúgvingarmálaráðharrin, Mattias Tesfaye frá.
Sonevnda ríkisfelagsskapsvikan verður eftir ætlan fyriskipað fyri fyrstu ferð í viku 46 í skúlaárinum 2027/2028.
Hetta átakið kemur í kjalarvørrinum á ófriðinum, sum hevur verið kring danska ríkisfelagsskapin seinastu tíðina, har amerikanski forsetin, Donald Trump ferð eftir ferð hevur endurtikið ynski sítt um at yvirtaka Grønland.
Hendan hóttanin skal takast í álvara, og tí skal danska fólkið læra meira um ríkisfelagsskapin, sigur danska útbúgvingarmálaráðið sambært Ritzau.
– Tað er tørvur á at styrkja ríkisfelagsskapin, og tað arbeiðið byrjar í skúlanum, sigur Mattias Tesfaye.
Danska útbúgvingarmálaráðið hevur fingið íblástur frá Viku Sex, har skúlar varpa ljós á seksualundirvísing.
Skúlar kunnu sjálvbodnir gerast partur av ríkisfelagsskapsvikuni, og meira undirvísingartilfar skal gerast til skúlarnar at nýta í undirvísingini. Hetta verður gjørt í samstarvi við aktørum í Føroyum og Grønlandi, sigur danska útbúgvingarmálaráðið.
Í ár verða tvær milliónir krónur settar av til endamálið, og hareftir verður talan um eina millión árliga í tíðarskeiðnum 2027 til 2030.
– Nøkur øgiliga góð átøk
Sambært Javnaðarflokkinum á Fólkatingi er talan um eina avtalu, sum er gjørd í samstarvi við Sjúrð Skaale, fólkatingsmann fyri Javnaðarflokkin.
Umframt eina evnisviku, verður eisini lagt upp til meira kravda undirvísing um ríkisfelagsskapin í fólkaskúlanum, at miðnámsskúlanæmingar skulu lesa fleiri bókmentir av føroyskum og grønlendskum rithøvundum, og at betri møguleiki verður fyri námsferðum millum tey trý londini í ríkisfelagsskapinum.
– Hetta eru nøkur øgiliga góð átøk. Jú størri vitan, vit hava um hvønn annan í ríkisfelagsskapinum, jú færri fordómar, sigur Sjúrður Skaale í tíðindaskrivi.
Hitt føroyska fólkatingsumboðið, Anna Falkenberg, sum situr á Fólkatingi fyri Sambandsflokkin, fegnast eisini um hetta.
– Hetta eru ómetaliga góð tíðindi, tí persónliga havi eg støðugt gjørt vart við, at vit mugu økja um vitanina millum børn og ung í Ríkisfelagsskapinum, fyri at m.a. basa fordómum og skilja hvønn annan betri, sigur hon í lesarabrævi.
– Tað er so umráðandi fyri eítt gott samstarv í ríkisfelagsskapinum, at vit miðja eftir at styrkja vitanina millum ung í ríkisfelagsskapinum.
Dagførd kl. 10.36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald