Ríkisveitingin forkom samráðingunum

Samráðingarnar um samgongu eru slitnaðar. Orsøkin er, at Sambandsflokkurin og Framsókn vóru ósamd um ríkisveitingina. Í morgin fer Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, at royna onkran annan møguleika at skipa samgongu

Í morgin fer Aksel V. Johannesen at royna eina aðra samanseting í royndini at skipa samgongu. (Mynd: Sverri Egholm)

Í morgin fer Aksel V. Johannesen at royna eina aðra samanseting í royndini at skipa samgongu. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-13 19:23 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Eftir løgtingsvalið er Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, valdur sum samráðingarleiðari og hevur sostatt fingið møguleika at royna at skipa samgongu. Framsókn segði seg vilja burtur frá tí blokkpolitikki, sum hevur verið í føroyskum landspolitikki seinastu árini, og ynskti tí at royna eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.

Í fyrstu atløgu bleiv so roynt at skipa samgongu millum júst teir flokkarnar. Eftir samráðingar seinrapartin í gjár og so aftur í dag, er greitt, at samráðingarnar eru slitnaðar. Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, og Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, vátta, at ósemja var um ríkisveitingina.

Ruth Vang sigur m.a., at í hesum førinum hevði Framsókn verið í samgongu við tveimum samríkisflokkum, og at tað tí hevði týdning, at mann fór at síggja seg aftur í einum samgonguskjali. Semja fekst ikki um ríkisveitingina, og tí slitnaðu samráðingarnar.

Í valskránni sigur Framsókn seg m.a. vilja, at ”niðurlagingin av ríkisveitingini verður løgd í eina fasta legu”. Ruth Vang sigur við Portalin, at tað var ynskið hjá Framsókn, men legði afturat, at semja var um ikki at fara niður í smálutir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder