Ritan fer mánadagin 23. oktober á beding hjá KSS í Klaksvík. Umframt vanliga árliga eftirlitið og viðlíkahald verður ein nýggjur krani settur í Rituna. Jósup røkir siglingina á Fugloyar- og Svínoyarleiðini eftir vanligu ferðaætlanini fyri leið 58, ímeðan Ritan er á beding.
27. november skal Sildberin á beding.. Jósup fer eisini at avloysa her,og siglir tá á Skúvoyarleiðini eftir vanligu ferðaætlanini fyri leið 66.
Tá ið Ritan, sum er 52 ára gomul, og Sildberin, ið komandi ár verður 30 ár, hava verið á beding, skulu eftir ætlan ikki fleiri skip hjá SSL á beding í ár.
Nærri kunning um, nær ið Ritan og Sildberin vera í sigling aftur, verður løgd út á www.ssl.fo og kunngjørd við sms-skipanini hjá SSL, har ein kann melda seg til og fáa kunning fyri ávísa farleið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald