Amerikanski sjónleikarin Robert Duvall, sum eitt nú spældi við í “The Godfather” og “Apocalypse Now”, er deyður, 95 ára gamal. Tað skrivar BBC.
Sjónleikarin, sum vann eina Oscar virðisløn fyri filmin “Tender Merciers”, doyði stillisliga í heimi sínum í Middleburg í Virginia sunnudagin, sambært eini fráboðan frá PR-tænastu hansara.
“Fyri heimin var hann ein Oscar-virðisløntur sjónleikari, ein leikstjóri, ein søgusigari. Fyri meg var hann eint einfalt alt”, sigur konan, Luciana, í fráboðanini.
Al Pacino, sum hevði høvuðsleiklutin í “The Godfather” sigur, at fyri hann var tað ein heiður at sleppa at arbeiða saman við Duvall.
- Hann var ein føddur sjónleikari, sum tey siga, hansara samband, hansara fatan og hansara fantastisku gávur fara altíð at verða mintar. Eg fari at sakna hann, leggur Pacino afturat.
Duvall gjørdist kendur fyri at spæla ‘tough guy’ í eitt tíðarskeið yvir seks áratíggjur – kendasti leikluturin var sum mafia consigliere í “The Godhfather” og “The Godfather Part II” hjá Francis Ford Coppola.
Hann spældi eisini ein harðrendur heryvirmaður í einum øðrum filmi hjá Coppola, “Apocalypse No”". Hóast hansara leiklutur í filminum 1979 bert vardi í fáar minuttir, gjørdist hann ódeyðiligur fyri at siga: “I love the smell of napalm in the morning”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald