Innanlands

Røð av innbrotum í Havn

Tveir menn eru handtiknir og annar játtar seg sekan í at hava brotið inn í tveir handlar í miðbýnum. Óvist er, um teir somu hava brotið seg inn á barrina Mikkeller

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2025-09-26 08:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Trý innbrot vóru í Havn í gjár. Løgreglan fekk stutt fyri klokkan 8 fráboðan um at onkur hevði brotið inn í FK í miðbýnum og stolið reiðan pening.

Tá klokkan var farin av tíggju kom aftur ein fráboðan um innbrot, og tað var tá í kjallaranum við Fotobúðina og Heimavirkisfelagnum.

Hjá FK vóru vakmyndatól sum góvu løgregluni ábendingar um hvørjir tjóvarnir vóru, og farið varð eftir teimum. Annar hevur játtað, at hann var við. Talan er um tveir menn, sum løgreglan kennir.

Út á seinnapartin kom so aftur ein fráboðan frá Mikkeller í Gongini í Havn. Har hevði onkur brotið ein rút og á tann hátt brotið seg inn í hølini.

At síggja til er einki stolið, sigur løgreglan, men tað skal nú kannast. Eisini skal finnast útav, um tað eru teir somu sum hava framt hetta innbrotið sum hini innbrotini, sum vórðu fráboðað fyrr á degnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder