![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú tamarhald aftur tykist verða á korona smittubreiðsluni í Føroyum, verða viðurskiftini í Roðanum aftur normaliserað.
Frá í dag, mikudegnum 9. september, verður latið upp fyri øllum vitjanum á Eysturoyar røktar- og ellisheimi, Vesturskin og Sjóvarlon, boðar Roðin frá.
Hetta merkir, at ongar avmarkingar eru fyri, hvussu nógv kunnu vitja, og at tiltøk sum andaktir, gudstænastur, hugnaløtur, sangløtur og føðingardagar aftur kunnu verða inni á heimunum.
Fyri lættari at kunna spora møguliga smittu, verða vitjandi tó framvegis biðin um at skráseta seg, tá tey vitja. Starvsfólkini í Roðanum verða javnan kannaði fyri korona.
Aðrar tænastur í Roðanum, eitt nú dagtilboð og venjingartilboð virka eisini aftur, sum vanligt. Somuleiðis verður kantinan opin aftur sum vanligt.
Roðin minnir tó á fólk um at halda almennu tilmælini um frástøðu og hondreinføri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald