Vága kommuna boðar í dag frá, at ein tekniskur leiðari er settur í starv - hetta sum partur av Visjón 2032.
Talan er um 37-ára gamla Rógva Jacobsen. Hann hevur útbúgving sum byggifrøðingur, sum hann hevur lisið í Horsens. Vága Kommuna skrivar soleiðis víðari um royndirnar hjá nýggja leiðaranum, sum kemur úr "sama starvið" í Sørvági.
- Rógvi hevur viðkomandi royndir, bæði innan tað tekniskt fakliga og innan leiðslu. Hann hevur innlit í kommunala fyrisiting, tí seinastu tvey árini hevur hann verið tekniskur leiðari í Sørvágs kommunu. Áðrenn hetta var hann verkætlanarleiðari hjá Articon, har hann eisini var í læru sum húsasmiður frá 2004 til 2008. Harumframt hevur hann eisini tikið fleiri viðkomandi skeið, t.d. innan byggijura, byggireglugerðina BK17 og annað.
Í starvinum sum tekniskur leiðari, kemur Rógvi at samstarva og samskifta við politikarar, starvsfólk, borgarar, vinnulív og aðrar áhugabólkar. Hann fær høvuðsábyrgdina av øllum virkseminum í Teknisku deild, og hevur beinleiðis tilvísing til kommunustjóran, og fær harvið stóra ávirkan á, hvussu Vága kommuna verður rikin.
- Høvuðsuppgávurnar hjá Rógva verða m.a. leiðsla av tekniska toyminum í umsitingini, leiðsla av arbeiðsformanni, leiðandi húsavørði, gartnara og havnaumsjónarfólkið, ráðgeving til politisku skipanina, býar og byggiplanlegging, stýring av kommunalum byggi- og viðlíkahaldsarbeiði, umframt fleiri aðrar spennandi uppgávur.
Rógvi Jacobsen byrjar í starvinum tann 1. september 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald