Innanlands

Rok í Javnaðarflokkinum: Lokalfeløg í Suðuroynni við almennari áheitan

Lokalfeløgini í Suðuroynni heita á løgtingslimirnar hjá flokkinum at finna eina loysn til frama fyri suðuroyingar

2018-09-28 11:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lokalfeløgini hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroynni heita nú á løgtingsumboðini hjá flokkinum at finna eina loysn til frama fyri fámjingar og suðuroyingar.

Tað gera tey greitt í fráboðan til miðlarnar í dag.

- Suðuroyar Norðara og Syðra Javnaðarfelag stuðla ætlanini hjá Henriki Old landsstýrismanni, um at fara í gongd við tunnil til Fámjins beinanvegin, siga feløgini.

- Tískil, so heita okur á okra løgtingsumboð um at finna eina loysn til frama fyri fámjiningar og suðuroyingar allar, verður sagt.

Tað var í síðstu viku, at fløkja um tunlarnar tók seg upp. Henrik Old, landsstýrismaður og sum er valdur inn fyri Javnaðarflokkin, hevur í mánaðir arbeitt við at Fámjinstunnilin skuldi gerast fyrst. Men løgmaður, sum eisini er formaður í Javnaðarflokkinum, skar ígjøgnum, og vildi halda seg til tilmæli frá Landsverki, og gera Dalstunnilin fyrst, og síðani tunnil til Fámjins.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder