2020-07-22 20:55
Garðarnir í Sloans húsi og Degns húsi hava altíð verið væl røktir. Og soleiðis er eisini í summar, nú tey í Fountain húsi á fyrsta sinni lúka, sláa gras og annað í teimum báðu gørðunum við Tinghúsvegin.
Tórshavnar kommuna og Fountain húsið hava gjørt avtalu um, at tey í Fountain húsi røkja garðarnar sum ein part av arbeiðsuppgávunum, sum fólkini í Fountain húsi longu hava.
Fountain húsið er fyri fólk við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum. Fountain húsið mennir førleikar og styrkir hjá fólkunum soleiðis, at tey aftur kunnu gerast virkin í gerandisdegnum.
Súna Mørk er leiðari í Fountain húsi
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald