Innanlands

Rokna aftur við broytingum og avlýsingum á Suðuroyarleiðini

Hetta er vegna vánaliga veðurforsøgn mikudagin seinnapartin og hósdagin fyrrapartin. Ætlanin hjá Strandferðsluni er at fáa Smyril aftur í sigling um vikuskiftið

Nógv rumbul hevur verið um Galaxy - í seinastuni serliga um hekkuportrið og hvussu hetta málið er handfarið (Mynd: Sverri Egholm)

Nógv rumbul hevur verið um Galaxy - í seinastuni serliga um hekkuportrið og hvussu hetta málið er handfarið (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-07 14:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bylgjurnar kring umstøðurnar og hendingar á Galaxy hava gingið høgt, og í hesi vikuni eru nýggj ting komin fram í Kringvarpinum í málinum um hekkuportrið.

Fyrrapartin hevur Strandferðslan - fyri fyrstu alment - staðfest, at man tekur upplýsingarnar um opna hekkuportrið í størri álvara.

Tó hartar stjórin eisini persónin, ið tók myndina, fyri ikki at boða Strandferðsluni frá.

Sí eisini: Nú tekur strandferðslan myndina í álvara

Síðani er komið fram, at Suðuroyar Sjúkrahús skjótt boðaði Strandferðsluni frá myndini, men at málið ikki varð tikið upp, fyrrenn tað varð alment mitt í september. Suðuroyar Sjúkrahús.

Møguligar broytingar hjá Galaxy - Smyril skal møguliga í sigling aftur

Tað er sjálvandi ein stórur trupulleiki, at Galaxy hevur siglt við opnum hekkuportri á minst einum túri.

Tað hevur eisini órógv serliga suðuroyingar, at avloysaraskipið hjá Smyrli seinastu vikurnar, hevur avlýst og flutt lutfalsliga nógvar túrar.

Hetta kemst serliga av, at Galaxy ikki kann sigla, tá aldna er yvir fýra metur høg - ikki ógvuliga væl egnað til leiðina á heyst.

Tað fer helst at hava við sær broytingar og møguligar avlýsingar seinnapartin í morgin og hósdagin fyrrapartin. Hetta vegna vána veðurforsøgin skrivar Strandferðslan í dag á heimasíðu sínari.

Sí ferðaætlan her

Tað kann ávirka eini fýra-fimm túrar. Man kann tó ugga seg við, at Smyril skjótt kemur aftur - dokkingin er um at vera av. Í gjár skrivaði dimma.fo, at Strandferðslan av øllum alvi roynir at fáa Smyril aftur í sigling til hetta vikuskiftið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder