Løgreglan í amerikanska statinum Miami búgvar seg til at skula handfara stór mótmæli, nú tað væntast, at Donald Trump í dag skal vera við á einum rættarfundi í býnum Miami.
- Vit taka støðuna í størsta álvara. Vit vita, at støðan kann broytast frá ringum til verri, men tað ætla vit ikki skal henda her í Miami, sigur Manny Morales, politiovasti við The Guardian.
Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, er ákærdur fyri ikki færri enn 37 lógarbrot. Málið snýr seg um eina røð av loyniligum skjølum frá Hvítu Húsunum, sum Trump, sambært ákæruritinum, tók við sær heim til Mar-a-lago í Florida, tá forsetatíð hansara var av.
Fleiri av ákærunum snúgva seg um njósning, har hvør ákæra kann geva upp í 10 ára fongsul, skrivar dr.dk. Endar tað við, at nú 76 ára gamli fyrrverandi forsetin verður dømdur sekur, kann hann rokna við at skulu fleiri ár í fongsul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald