Innanlands

Roknast kann við seinkingum hjá Smyrli

Hetta er galdandi restina av degnum, og kemst tað av, at Smyril siglir vestanfyri í dag. Hetta upplýsir Strandferðslan

Av tí at Smyril siglir vestanfyri í dag, hósdag 14. september, kann roknast við seinkingum á leið 7, skrivar ssl.fo (Mynd: Sverri Egholm)

Av tí at Smyril siglir vestanfyri í dag, hósdag 14. september, kann roknast við seinkingum á leið 7, skrivar ssl.fo (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-14 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Av tí at Smyril siglir vestanfyri í dag, hósdag 14. september, kann roknast við seinkingum á leið 7

Soleiðis skrivaði Strandferðslan á heimasíðu sínari seint fyrrapartin - stutt áðrenn Smyril skuldi av Drelnesi. 

Líkt er til at veðrið ávirkar nakað. Smyril fór av Tvøroyri um døgurðatíð, og siglir eftir ætlan aftur av Havnini klokkan 14.15. Síðani er ein túrur aftur og fram eftir í kvøld.

Sí ferðaætlan her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder