Uttanlands

Rørdur Biden tosaði á fyrsta konventdegnum

- Kamala Harris er besta vónin til varðveitslu av amerikanska fólkaræðinum, segði amerikanski forsetin millum annað í røðu síni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-08-20 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein rørdur Joe Biden, sum í gjárkvøldið, lokala tíð, fór a pallin á fyrsta degnum á flokskonventunum hjá demokratunum í Chicago.

Tað var dóttir forsetans, Ashley, sum bjóðaði 81 ára gamla forsetanum, sum fyri knøppum mánaði síðani tók avgerð um ikki sjálvur at stilla uppaftur til forsetavalið í november, upp á pallin.

Frammanundan hevði varaforsetin, og núverandi forsetavalevni hjá flokkinum, Kamala Harris, hildið eina óvæntaða, men stutta røðu, har hon fagnaði og takkaði Biden fyri at hava verið ein “fantastiskur forseti”.

[object Object]Joe Biden, her saman við dóttrini, Ashley (Mynd: EPA)

Forsetin gjørdist rørdur, tá fjøldin fagnaði honum, og rópti “Vit elska teg, Joe”. Forsetin svaraði aftur: “Eg elski tykkum. Eg elski hetta starvið, men eg elski land mítt hægri”.

Í røðu síni hevði hann eisini fleiri prik til republikanska forsetan til valið 5. november, Donald Trump, sum hann kallaði fyri “ein tapara”.

Biden heitti á amerikanska veljararnar um at “heldur at velja ein ákæra í ovala rúmið enn ein dømdan brotsmann”.

Kamala Harris er fyrrverandi ákæri í Kalifornia, meðan Trump í mai varð dømdur sekur í millum annað at hava falskað skjøl.

Joe Biden tosaði í okkurt um ein tíma, og vendi sær í røðuni beinleiðis til varaforseta sín og forsetavalevnið.

Hann segði eitt nú, at Harris var “tann besta vónin til varðveiðslu av amerikanska fólkaræðinum”, skrivar Ritzau millum annað.

Demokratiska konventið varir í fýra dagar. Eitt av endamálinum við hesum fundinum er, formliga at útnevna Kamala Harris til forsetavalevni fyri demokratiska flokkin. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder