Innanlands

Royn teg: Hvussu nógvar bygdir og oyggjar hevur tú vitjað?

Fleiri túsund føroyingar hava seinastu dagarnar svarað spurngarblaði. Fólk hava í miðal verið í 99 av 126 bygdum

2018-09-23 21:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á Facebook seinastu dagarnar eru nógv sum hava deilt hvussu nógvar bygdir, tey hava vitjað, og hvussu nógvum oyggjum tey hava verið á.

Talan er um eitt spurnarblað, sum Sólfinn Hansen hevur gjørt á síðuni “List Challenges”.

Onkur sigur seg hava verið í øllum 126 bygdunum og onkur sigur seg hava vitjað allar 18 oyggjarnar, men miðaltalið fyri kanningarnar er 99 bygdir og 14 oyggjar.

Fleiri túsund hava svarað seinastu dagarnar.

Royn teg her
Føroysku bygdirnar
Føroysku oyggjarnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder