Mentan

Royna at fáa Dynamit á pallin í kvøld

Regnið hevði við sær, at fleiri framførslur á Vágsbø í gjárkvøldið vórðu fluttar í Tjaldið, og at konsertin við Dynamit er útsett, men tað sær ikki út til, at veðrið fer at órógva í dag, sigur fyriskipari av Summar Festivalinum við Útvarpið

Konsertin hjá Dynamit varð avlýst í gjárkvøldið, men roynt verður at fáa Dynamit á pallin í kvøld (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Konsertin hjá Dynamit varð avlýst í gjárkvøldið, men roynt verður at fáa Dynamit á pallin í kvøld (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-08-09 11:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Veðrið ávirkaði skránna á Summar Festivalinum í Klaksvík í gjárkvøldið og í nátt. Tað regnaði illa, og tí bar ikki til at hava fleiri konsertir á Vágsbø. Fleiri konsertir vórðu fluttar inn í Tjaldið, og konsertin hjá Dynamit varð útsett.

Ætlanin er at royna at fáa Dynamit á skrá á midnátt í kvøld, og verður skráin fyri í dag tillagað, segði Erik Biskopstø, fyriskipari av Summar Festivalinum við Útvarpið í morgun.

– Tíbetur sær ættin út til at verða ein heilt onnur í dag, soleiðis at veðrið í dag skuldi ikki órógva høvuðspallin.

Summar Festivalurin fer at kunna nærri um broytingarnar í skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder