
Týsdagin varð ein maður í tretivuárunum handtikin. Talan er um ein persón við eysturevropeiskum uppruna, sum kom til Føroya í fjør við Fast Track-skipanini.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at viðkomandi hevur framt lógarbrot í tíðini í Føroyum, og nú kann vera nóg mikið halda løgreglan og ákæruvald.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn í morgun, verður maðurin framstillaður í rættinum dag, og útvísing úr Føroyum er á breddanum.
Handtikni persónurin hevur arbeiðsloyvi, men hann hevur framt serliga harðskap og stuldur í nøkrum førum í Føroyum.
Hugt hevur verið eftir hansara profili. Løgreglan vísir á, at talan er ikki um tey heilt álvarsomu lógarbortini, men tað er javnan, og hldið verður at nú kann verða nóg mikið: Tað er ikki neyðugt, at viðkomandi skal verða verandi í landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald