placeholder
Uttanlands

Royna nú at koyra Trump frá

Í morgin verður enn einaferð farið undir at koyra amerikanska forsetan fyri ein ríkisrætt – Hesuferð er Trump ákærdur fyri at hava misnýtt vald sítt og fyri at hava eggjað til uppreistur

Forkvinnan í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, hevur hótt við at koyra Trump fyri ein ríkisrætt, um hann ikki leggur frá sær (Savnsmynd)

Forkvinnan í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, hevur hótt við at koyra Trump fyri ein ríkisrætt, um hann ikki leggur frá sær (Savnsmynd)

2021-01-10 17:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, mánadagin, verður farið undir tilgongdina at koyra amerikanska forsetan, Donald Trump, fyri ein ríkisrætt. Tá fara demokratarnir í Umboðsmannatinginum at bera fram ákærurnar móti honum.

Trump verður lagdur undir at hava misnýtt vald sítt sum forseti og at hava eggjað til uppreistur, eftir at viðhaldsfólk hansara lupu á Kongressina mikudagin. Hetta hendi, meðan Kongressin var í ferð við at góðkenna valsigurin hjá Joe Biden.

180 umboð hava skrivað undir uppskotið.

Forkvinnan í Umboðsmannatinginum, demokraturin Nancy Pelosi, hevur hótt við at koyra Trump fyri ein ríkisrætt, um hann ikki leggur frá sær umgangandi.

Fleiri republikanskir senatorar hava eisini heitt á Trump um at leggja frá sær.

Hetta er ikki fyrst ferð, at Trump verður koyrdur fyri ein ríkisrætt. Tað hendi eisini í desember 2019.

Bert tveir aðrir amerikanskir forsetar hava verið fyri einum ríkisrætti áður. Hetta hendi fyri Andrew Johnson í 1868 og fyri Bill Clinton í 1999. Báðir vórðu fríkendir.

Sambært Ritzau er tað tó ikki vist, at Trump verður koyrdur frá, áðrenn valskeið hansara endar 20. januar. Slíkt kann taka langa tíð, og undirtøka krevst frá tveimum triðingum í Senatinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder