Innanlands

Royndi at skalla innsatsleiðara: Tríggjar mánaðar fongsulsrevsing

Í sambandi við skottilburðin í Miðvági fyrr í hesum mánaðinum órógvaði ein 39 maður arbeiðið hjá løgregluni. Hann hevur nú fingið dóm

Tað var her í Miðvági, har hendingin fór fram 9. desember (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var her í Miðvági, har hendingin fór fram 9. desember (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-21 10:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 39 ára gamal maður hevur fingið 3 mánaðar fongsulsrevsing fyri roynd at skalla innsatsleiðaran hjá løgregluni meðan skottilburðurin í Miðvági fór fram 9. desember.

Maðurin varð millum annað skuldsettur fyri at forða løgregluni, at gera sítt arbeiðið í sambandi við skottilburðin. Maðurin skal sita ein mánað, og hinir mánaðirnir eru treytaðir.

Ákæruvaldið sigur, at dentur hevur verið lagdur á, at dømdi maðurin er í familju við tann, sum skeyt eftir løgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder