2024-07-04 16:51
            
        
         
                
            Í gjár fann Syd- og Sønderjyllands Politi eina ógvuliga stóra mongd av rúsevnum, beint við markið til Tysklands.
Ein stórur tangabilur kom til Danmarkar við ymiskum at selja - millum annað nøkrum ólógligum. Hetta var við markið í búnum Frøslev.
Danska TV2 skrivar, at heili 258 kilo av hassji vórðu funnin í bilinum. Hetta varð hald lagt á.
Førarin var ein 56-ára gamla póllendingur. Hann er nú varhaldsfongslaður í fýra vikur fyri smugling, upplýsir løgreglan í økinum.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald