Um klokkan 11 fyrrapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá einum gistingarhúsi í høvuðsstaðnum um, at onkur hevði roynt at stolið eina fløsku.
Hetta eydnaðist tó ikki, og fór viðkomandi av stað aftur. Hetta hendi um átta tíðina um morgunin, fleiri tímar áðrenn løgreglan fekk fráboðanina, og mátti løgreglan tí fara út at finna viðkomandi fyri at kunna skuldseta hann, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Í nátt hevur løgreglan eisini verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra uttan koyrikort.
Tann eini hevði longu mist koyrikortið framanundan, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at náttin annars hevur verið stak friðarlig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald