Uttanlands

Royndir við koronakoppingarevni fyribils steðgaðar

Ein av royndarpersónunum hjá AstraZeneca og Oxford Universty, sum ES hevur avtalu við, gjørdist sjúkur av koppingarevninum – Tað er tó ikki óvanligt, at slíkt kemur fyri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-09 09:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Royndirnar hjá fyritøkuni AstraZeneca og Oxford University, sum eru í holt við at menna eitt koppingarevni móti koronasmittuni, eru fyribils steðgaðar.

Orsøkin til hetta er, sambært talsfólki hjá AstraZeneca, at ein av royndarpersónunum er vorðin sjúkur.

Júst hvørji hjáárin persónurin hevur fingið av koppingarevninum er ikki upplýst, men viðkomandi væntast tó at koma fyri seg aftur.

Menningin av koppingarevninum hjá AstraZeneca varð komin til triðja stig.

AstraZeneca hevur gjørt avtalu við ES um at veita 400 mió. ES-borgarum koppingarevni móti korona, tá hetta er klárt. Eisini Danmark er við í avtaluni, og sostatt er koppingarevni til Føroyar og Grønland eisini tryggjað.

Boðini um, at royndirnar hjá fyritøkuni eru steðgaðar koma dagin eftir, at AstraZeneca gjørdi avtalu við Avstralia um at veita landinum fleiri mió. skamtar av koronakoppingarevninum.

Eftir ætlan skuldi Avstralia fáa tær fyrstu 3,8 mió. longu í januar komandi ár, skrivar Ritzau.

Tað er ikki óvanligt at kliniskar royndir verða steðgaðar fyribils, tá komið er til triðja stig, har evnið skal roynast á fleiri túsund fólk.

Í Avstralia stúra tey heldur ikki fyri, at koppingarevnið verður av ongum.

Hetta er sera jaligt, tí tað er prógv um, at hóast ferð er sett á menningina av einum koppingarevni, fær trygdin enn høga raðfesting, sigur Nick Coatsworth, varaheilsuráðgevi hjá avstalsku stjórnini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder