Innanlands

Royndu at skaffa sær atgongd til hús í miðbýnum

Náddu at bróta eitt lyklaskáp upp, men náddu ikki inn

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2023-10-19 08:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan kannar í dag eitt herverksmál, har ætlanin helst var at skaffa sær atgongd til eini hús í miðbýnum í Havn.

Talan er um eini hús í Tórsgøtu har lyklaskap hanga uttanfyri til fólk at brúka, sum skulu inn í húsið.

Fleiri gerningsfólk vóru um midnáttarleitið við til at bróta og oyðileggja eitt lyklaskáp, men hesi vórðu órógvað áðrenn tey tey komu longur.

Løgreglan hevur fingið fatur á lyklinum, sum verður latin eigaranum aftur. Løgreglan hevur ábendingar um, hvørji gerningsfólkini eru, men hevði ikki havt samband við tey undir miðlakunningini í morgun.

Fólkini náddu ongantíð inn í bygningin, og tí er ikki talan um eitt innbrot, men við tað at skápið við lyklinum varð brotið upp og oyðilagt, er talan um eitt herverksmál. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder