Innanlands

Royndu at snýta pengar frá fólki

‘Phishing’ er tá svikarar hótta við eitt nú at almanakunngera myndir fyri at fáa fatur á pengum

(Tilvildarlig mynd. visualhunt.com)

(Tilvildarlig mynd. visualhunt.com)

2023-09-21 08:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár fekk løgreglan fráboðan frá einum borgara um, at onkur royndi at trýsta pengar frá viðkomandi.

Talan var um eina kvinnu, sum í telduposti hevði fingið boð í teldubrævi um at rinda 800 dollarar í bitcoins. Í teldubrævinum var upplýst, at tey høvdu fingið atgongd til telduna og telefonina hjá viðkomandi. Og at um pengarnir ikki vórðu fluttir, so fóru tey at almannakunngera myndir, sum tey høvdu funnið fram til.

Kvinnan lat seg ikki ræða av boðunum. Var sannførd um, at ongar avdúkandi myndir av henni vóru at finna á hvørki teldu ella telefon, og hon valdi tí at boða løgregluni frá.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini boðar frá, at her er talan um tað, ið kallast ‘phishing’. Talan er um svikarar, sum royna at lumpa fólk at rinda pening. Onki bendir á, at tey yvirhøvur hava fingið atgongd til myndir í teldu ella telefon.

Ráðini frá løgregluni til tey, ið hava fingið slík boð, er at lata vera við at ganga boðunum á møti. Slettið teldupostin og skiftið loyniorð út fyri at tryggja tykkum, at sníkar ikki fáa atgongd til tólini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder