Uttanlands

Rubio: Góð viðurskifti millum USA og Grønland í løtuni

Alt bendir á, at samráðingar millum USA, Danmark og Grønland eru byrjaðar í Washington

Marco Rubio undir senatshoyringini í dag (Mynd: EPA)

Marco Rubio undir senatshoyringini í dag (Mynd: EPA)

2026-01-28 18:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Viðurskiftini millum USA og Grønland hava tað gott í løtuni.

Tað segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, undir eini almennari senatshoyring í dag.

Ráðharrin legði aturat, at ein tilgongd er sett í verk, sum fer at geva “eitt gott úrslit fyri øll”.

- Meðan vit tosa, eru fundir á tekniskum støði millum okkum og okkara umboð í Grønlandi og Danmark viðvíkjandi avbjóðingunum, og eg haldi, at vit hava eina tilgongd, sum fer at geva eitt gott úrslit fyri øll, segði Rubio undir hoyringini.

Rubio legði dent á, at ætlanin er at gera hetta á ein hátt, so at tað ikki gerst eitt ‘miðlasirkus’ hvørja ferð samráðingar eru ígongd.

- Eg haldi, at vit fara at enda á einum góðum stað, og eg rokni við, at vit skjótt fara at hoyra tað sama frá okkara sameindu í Evropa, segði hann, sambært Ritzau.

Ónavngivnar keldur siga við Danmarks Radio, at amerikansk, donsk og grønlendsk samráðingarfólk longu týsdagin byrjaðu eina røð av fundum í Washington um Grønland.

Í farnu viku segði Donald Trump, forseti, á World Economic Forum í Davos, at hann ikki fór at brúka vald fyri at fáa fatur á Grønlandi – nakað hann fyrr ikki hevur viljað víst aftur.

Trump segði eisini tá, at samráðingar fóru at vera í næstum, har tingast skuldi um eina møguliga yvirtøku av Grønlandi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder