Leygardagin 23. mai verður árligi ruddingardagurin í Vágs kommunu.
– Koronastøðan ávirkar, sum verða man, eisini ruddingardagin, so í mun til vanlig ár, so verður ikki felags morgunmatur áðrenn farið verður at rudda. Men tá vit eru liðug at rudda, um 12-tíðina, bjóða kommuna frukt og Kirvi-vatn í Parkini á Sandinum (um tað ikki viðrar, so verður farið í kaféina á Gørðunum), skrivar kommunan í tíðindaskrivi.
Ruddingin verður skipað kring allan býin og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi. Posar og handskar fáast við Tríkantin á Sandinum millum klokkan 9 og 10 leygarmorgun.
Á hesum degnum er ætlanin at taka upp tað, sum liggur runt í kommununi.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald