2024-08-27 09:41
Í dag skuldi fyri fyrstu ferð nakrantíð ein rúmdarmanning bert við sivilfólki sendast út í rúmdina.
Men ferðin er fyribils útsett, eftir at tey funnu ein heliumleka á rakettstøðini. Tað skrivar SpaceX rúmdarfelagið, sum stendur fyri útskjótingini á sosiala miðilinum X.
Tað er milliardingurin og íverksetin Jared Isaacman, ið stendur fyri rúmdarferðini, har ætlanin er at manningin skal sendast út í 1.400 kilometra hædd.
Endamálið við rúmdarferðini er heimsins fyrsta rúmdargonga á handilsligum støði, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald