Innanlands

Rúnaspá á Bókadøgum leygardagin

Hetta er útgávutiltak hjá Ingun Christensen, sum hevur skrivað nýggja sveimrøð, har lesarin kemur inn í ein gandaheim við vølvum, skjaldmoyggjum, úlvum og gudum

Útgávutiltak verður leygardagin 15. november klokkan 16 í Norðurlandahúsinum

Útgávutiltak verður leygardagin 15. november klokkan 16 í Norðurlandahúsinum

2025-11-11 17:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Snjómánafólkið er ein nýggj, spennandi fantasyrøð (sveimrøð) eftir Ingun Christensen, har lesarin kemur inn í ein gandaheim við vølvum, skjaldmoyggjum, úlvum og gudum.

Rúnaspá snýr seg um 14 ára gomlu Sagu, sum skal á eina vandamikla ferð saman við úlvinum Skinnhvíta. Bókadeild Føroya Lærarafelags (BFL) gevur út. Útgávutiltak verður leygardagin 15. november klokkan 16 í Norðurlandahúsinum.

Saga hevur silvurlitt hár og eitt dropaskapað arr í pannuni. Hon hevur búð hjá Karis rúnalesara í átta ár, og eingin veit, hvat er hent fyrstu seks árini í hennara lívi. Í einari hvørvisjón sær Saga eina skjaldmoyggj við svørði og skjøldri. Saga hevur bara hitt hana eina ferð áður, men hon veit, at tær eru bundnar av blóði.

Thyra Silfralitta doyði í tí stóra suðurlandskrígnum, og Saga lovar henni at føra beinagrindina heim aftur til Norðurlandið. Karis rúnalesari spáar, at ferðir verður vandamikil, og ræður Sagu til ikki at avdúka fyri nøkrum, hvør hon veruliga er.

Men fyrst má hon sjálv gerast skjaldmoyggj. Saga litar hárið, fjalir arrið í pannuni og ferðast einsamøll avstað saman við úlvinum Skinnhvíta. Hon ætlar sær í læru hjá tí máttmiklu vølvuni í Vesturlandinum, eins og Thyra. Hon má læra at brúka vápn, og hon má vera til reiðar at gera alt, sum skal til.

[object Object]

Rúnaspá er fyrsta bókin í tríverkinum Snjómánafólkið. Bókin er heft, 206 síður og væl egnað til lesarar, sum eru umleið 13 ár og eldri. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út.

Ingun Christensen er fødd í 1968. Hon er uppvaksin í Hósvík og hevur í nógv ár skrivað bøkur til børn, ung og vaksin. Í 2022 vann hon skaldsøgukappingina Ta føroysku Bókhandlaravirðislønina við bókini Vilstar røtur.

Útgávutiltak verður leygardagin 15. november klokkan 16 í Norðurlandahúsinum. Hetta í sambandi við Bókadagarnar. Í samrøðu við Sannu Mariu Klein, bókmentafrøðing og miðnámsskúlalærara, fer Ingun at leggja bókina fram, hugleiða um at skapa út frá hugflognum og lesa upp úr bókini.

Høvi verður at seta Ingun spurningar og fáa bókina signeraða.

Norðurlandahúsið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder