Innanlands

Runavíkar kommuna: Dagstovnaøkið fult virkið aftur

Í hesari vikuni er uppmøtingin í dagrøkt, á vøggustovum og á barnagarðsstovum næstan 90 prosent.

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2020-05-13 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagstovnaøkið lat uppaftur tann 20. apríl kring so at siga alt landið. Síðani hevur tað síðan staðið øllum foreldrum í Runavíkar kommunu í boði at melda børn síni til barnaansing umvegis heimasíðuna hjá kommununi, eins og tað hevur gjørt í nógvum øðrum kommunum. 

Nú fer at hetta at broytast. Í gjár boðaðu Klaksvíkar kommuna og Sunda kommuna frá, at eingin tilmeldding er neyðug til í komandi viku. 

Soleiðis verður eisini í Runavíkar kommunu, har dagstovnaøkið er fult virkið aftur, hóast gerandisdagurin í høpinum er nakað broyttur hjá børnum, foreldrum og starvsfólki. Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari. Har verða tølini eisini gjørd upp: 

Talið av tilmeldaðum børnum er vaksið fyri hvørja viku: Í meðal frá góðum 40 prosentum í viku 17, til omanfyri 80 prosent í verandi viku (viku 20). Í dagrøkt, vøggustovum og barnagarðsstovum táttar uppmøtingin nú í 90 prosent. Í frítíðarskúlunum er barnatalið nakað lægri - beint omanfyri 60 prosent.

Fleiri tilmæli eru framvegis galdandi

Runavíkar kommuna skrivar, at tað er at gleðast um, at tað er eyðnast okkum øllum at beina fyri smittuvandanum í Føroyum, og av teirri orsøk er tað nú gjørligt at lækka tilmælini um avmarkingar soleiðis, at t.d. dagstovnaøkið betur fær virkað við fullum virksemi. Nú verður tilmælt, at dagstovnar kunnu skipa seg í stovum, og tilmælið um fjarstøðu er linkað.

Tó so eru flestu smittutálmandi tilmælini enn galdandi. Hesi verða nevnd á heimasíðuni: 

• Tilmæli um avmarkað samband tá børn vera avhendað og heintað
• Tilmæli um serliga gott reinføri
• Tilmæli um eyka reingerð
• Tilmæli um skilnað millum stovur, barna- og starvsfólkabólkar
• Tilmæli um at skipa dagin í smærri bólkum - serliga inni, men eisini úti.
• Tilmæli um at vera nógv úti, har smittuvandin er minni enn innandurað

Meira um mannagongdirnar her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder