Mentan

Runavíkar kommuna letur stuðul til mentanarlig tiltøk og verkætlanir

Fæið, sum á heysti 2018 er 100.000 kr, er fyrsta útlutingin sambært nýggja leistinum

(Mynd: runavik.fo)

(Mynd: runavik.fo)

2018-08-16 17:06 Author image
Oda Strøm
placeholder

Runavíkar kommuna setur á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul, og higartil hevur stuðulin verið latin eftir umsókn, so hvørt umsóknirnar koma inn.

Býráðið hjá Runavíkar kommunu samtykti tó fyrr í ár at broyta skipanina við mentanarstuðli, sum kommunan letur, soleiðis at tað nú verður søkt við serligum oyðublaði tvær ferðir um árið, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni. 

Fyrsta útlutingin sambært nýggja leistinum verður í heyst, og søkt verður við serligum oyðublaði, sum kann takast niður her.

Freistin at vera við í fyrstu útlutingini er. 15. september. 

Fæið, sum á heysti 2018 er 100.000 kr, er stuðul, sum er ætlaður at stuðla mentanarligum tiltøkum og verkætlanum í Runavíkar kommunu.

Reglugerðin fyri mentanarstuðulin kann lesast á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu

 

 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder