Innanlands

Runavíkar kommuna: Skattaprosentið lækkar komandi ár

Skatturin fer úr 21 3/4 prosent niður í 21 1/2 prosent – Sambært fíggjarætlaninini fyri 2021, sum Runavíkar býráð samtykti hóskvøldið, verður skuldin hjá kommununi niðurgoldin við 6,8 mió. kr., og eingi nýggj lán verða upptikin

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-11-27 10:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um ársskiftið lækkar skatturin í Runavíkar kommunu úr 21 3/4 prosent niður í 21 1/2 prosent. Spjaldrið, sum er ætlað ungdóminum úr seks til 18 ár, hækkar úr 2.000 upp í 2.500 krónur, og kostnaðurin fyri barnaansing fer niður í helvt. Hetta merkir, at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið, og einki fyri triðja barnið.

Á almennum býráðsfundi í gjárkvøldið varð fíggjarætlanin hjá kommununi fyri 2021 endaliga og einmælt samtykt, og javnvigar hon við 236 mió. krónum.

Eftir ætlan verður skuldin niðurgoldin við 6,8 mió. krónur, og eingi nýggj lán verða upptikin í komandi árinum. Raksturin hækkar eisini við 3,9 prosentum, og hetta er í mestan mun ein avleiðing av stórum fólkavøkstri, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Í løtuni svarar nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu til 35 prosent av einari álíkning, og roknað verður við, at hon liggur um 40 prosent av einari álíkning um ársskiftið 2020/2021.

Runavíkar kommuna ætlar at gera íløgur fyri 56,5 mió. krónur komandi árið. Millum tær eru keyp av gróti, umbyggingar á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík, spælipláss á Skála, og vetrarfriðing í Elduvík.

– Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2021 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift, soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári – um alt gongst sum fíggjarætlað er. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2021 – harafturímóti er ætlanin at gjalda niður av skuldini, sigur Torbjørn Jacobsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder