Innanlands

Rúsa og bilvask í sama bygningi

Rúsan í Suðuroynni letur upp í nýggjum hølum í næstu viku. Í sama bygningi er ætlanin at hava bilvask eisini. Nakað sum ikki hevur verið í oynni í eitt mannaminni

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2020-09-04 16:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Trongisvági hevur seinastu mánaðirnar verið lívligt byggivirksemi, har MTV-Byggivirkið hevur reist stóran bygning á økinum, har Statoil hevði bensinstøð, handil og bilvask, inntil hesin brann í grund fyri nøkrum árðum síðani.

Bygningurin er umleið 1.000 fermetrar til støddar, og fer millum annað at hýsa Rúsdrekkasølu Landsins, ið harvið sigur farvæl við “Langabakka”, har hon í samfull 27 ár hevur hildið til, eftir henda kom til Tvøroyrar í 1993.

Rúsan letur upp mikudagin 9. september við betri atkomuligheit og nýggjum upplatingartíðum.

Mortan T. Vang, stjóri í MTV-Byggivirkið upplýsir, at hann hevur ætlanir um at bjóða bilvask í bygninginum. Hann sigur, at tað er eyðsýnt at tørvur er á einum slíkum í oynni.

Bilvask hevur ikki verið í Suðuroynni í eitt mannaminni og mong eru tey, ið koyra bilin í bilvask, áðrenn tey fara suður úr Havnini. Um myndugleikaloyvið fæst til bilvask í bygninginum, er ætlanin at hetta verður ómannað og fult sjálvvirkið. Mortan upplýsir, at ætlanin er at vaskimaskinan verður av sama slagi sum tann hjá Magn í Tórshavn, og avtala er gjørd við serfrøðingar har, um vegleiðing til viðlíkahald av útgerðini.

Mortan Vang sigur, at felagið hevur longu tveir góðir leigarar til partar av bygninginum. Afturat Rúsini, ið kemur at halda til í eystara endanum av bygninginum, so kemur goymslan og umsitingin hjá Magn í Suðuroynni at halda til í vestara endanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder