Innanlands

Rúsan longri opið leygardagar

Frá 31. mai fer Rúsan í Havn at hava opið til klokkan 16 leygardagar. Hesum boðar landsstýrismaðurin frá

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-05-10 22:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frá 31. mai verður ikki líka knapt at keypa í Rúsdrekkasølu Landsins í Havn.

Vanliga stongir Rúsan klokkan 14 leygardagar, men hetta verður nú broytt, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, í einari fráboðan á Facebook.

- Eg havi heitt á Rúsdrekkasølu Landsins um at kanna møguleikan fyri at leingja upplatingartíðirnar leygardagar á søludeildini í Miðlon. Tí fegnist eg um, at deildin í Miðlon frá 31. mai og framyvir fer at hava opið til kl. 16, skrivar Bjarni K. Petersen.

- Hetta fer heilt sikkurt at betra um tænastuna, og tað verður eitt lítið sindur lættari at leggja leygardagin - og ikki minst leygarkvøldið - til rættis, sigur landsstýrismaðurin.

Nýggja upplatingartíðin hjá Rúsuni er innanfyri kunngerðina um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins. Har stendur, at leygardag kunnu sølubúðirnar hava opið millum klokkan 10 og 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder