
Posta hevur seinastu árini verið annað enn eitt postverk - millum annað hevur Posta koyrt mat út.
Nú fara stóru hølini hjá Posta á Óðinshædd eisini at hýsa Rúsuni. Hetta gjørdist greitti gjár
Les eisini: Rúsdrekkasølan í Havn skal flyta
Løgmálaráðið hevur í dag skrivað eitt sindur um málið:
- Eg bað leiðslurnar á Posta og Rúsuni um at kanna, um tað var eitt hugskot at gera ein leigusáttmála. Eftir at leiðslurnar hava tosað saman í eina tíð, varð mett, at eitt samstarv kundi vera til gagns fyri báðar partar.
Hetta sigur Bjarni Kárason Petersen við heimasíðuna hjá Løgmálaráðnum.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at Posta hevur havt sínar avbjóðingar seinastu árini. Orsøkin er "støðugt fallandi virksemi, tí fólk eru næstan givin at senda brøv".
Samstundis hevur Rúsan kært sína neyð um hølisviðurskifti - umstøðurnar hava ikki verið nóg góðar - og tískil var hetta ein samansett loysn, sum báðir partar skulu fáa gagn av.
Høvuðsdeildin hjá Rúsini á Skálatrøð og søludeildin í Miðlon kunnu flyta inn í høvuðsbygningin hjá Posta á Óðinshædd. Sambært Oddbjørg Højgaard, stjóra á Rúsdrekkasølu Landsins, flytir Rúsan helst úr Miðlon einaferð komandi summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald