Innanlands

Rúsdrekka til viðgerðar á tingi í dag

Fleiri mál eru á skránni fyri løgtingsfundin í dag

(Savnsmynd: Ingi Samuelsen)

(Savnsmynd: Ingi Samuelsen)

2023-10-17 09:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingsfundur verður í dag. Fyrsta mál á skránni er onnur viðgerð av ætlaðu broytingini í rúsdrekkalógini, sum Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður hevur lagt fyri tingið.

Talan er um eina lutfalsliga lítla broyting í lógini, sum loyvir bryggjaríum og brennaríðum at selja løgir sterkari enn núverandi markið í egnum útsølustøðum.

Hetta er serliga miðað móti ferðavinnuni, har áhugin fyri at vitja føroysku bryggjaríini og brennaríini er vaksandi.

Eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum hevur málið verið til viðgerðar í vinnunevndini. Samgonguflokkarnir sita í minniluta í vinnunevndini, men Annika Olsen úr Tjóðveldi, Karlot Hergeirsson úr Framsókn og Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum mæla til at taka undir við uppskotinum.

Fólkaflokslimirnir í nevndini, Jørgen Niclasen og Árni Skaale, mæla til at havna uppskotinum.

Teir meta, at uppskotið er í stríð við aðalmálið í rúsdrekkalógini, nevniliga at avmarka rúsdrekkasøluni.

Teir báðir halda, at hóast uppskotið vinnupolitiskt er til fyrimunar fyri rúsdrekkaframleiðararnar, so er tað í ósamsvari við endamálsorðingina í lógini.

- Verður uppskotið samtykt, so verða beinanvegin fleiri sølustøð við sterkum løgi. Minnilutin vísir á, at tað víðkar atgongdina og er tí í ósamsvari við endamálið við lógini. Í fyrstu atløgu koma nøkur sølustøð afturat, men í roynd og veru gevur uppskotið møguleika fyri, at tað koma 20-30 ella fleiri sølustøð. Mikrobryggjarí fylla ikki nógv, so við lítlum rúmi við góðkendum køki hevur ein rætt til at vera sølustað. Tað metir minnilutin ikki vera í samsvarivið endamálið við lógini, skriva Jørgen Niclasen og Árni Skaale í álitinum frá vinnunevndini og mæla tí tinginum til at atkvøða ímóti.

Sambandsumboðini í vinnunevndini, Eyðdis H. Niclasen og Erhard Joensen, formaður í nevndini, koma ikki við nøkrum tilmæli til løgtingið, men skriva í álitinum, at tey taka støðu í tingsalinum.

Tvey onnur mál skulu til aðru viðgerð á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11. Eisini eru fýra fyrstu viðgerðir umframt umrøðu av skrivligum fyrispurningi á skránni fyri fundin í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder