Í dag byrjar gerandisarbeiðið hjá løgtingslimunum aftur eftir summarstøðgin.
Higartil hevur tingið ikki gjørt stórt annað enn at viðgera setanarrøðuna, sum løgmaður helt á ólavsøku.
Men nú eru mál løgd fyri tingið, og á tingfundinum, sum byrjar klokkan 13 eru tríggjar fyrstu viðgerðir á skránni.
Millum uppskotini, sum skulu viðgerast í dag er uppskotið frá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni við lógarmálum um broytingar í rúsdrekkalógini.
Uppskotið hevur til endamáls at loyva rúsdrekkaframleiðarum at selja sína egnu framleiðslu, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, á framleiðslustaðnum.
Flyta sendistovu og yvirtaka Norðurlandahús
Hini bæði málini, ið tingið skal viðgera, eru tvey uppskot til samtyktar frá Miðflokkinum.
Tað sermerkta við hesum málunum er, at bæði snúgva seg um økir, sum formaður floksins, Jenis av Rana, hevði ábyrgdina av, tá hann sat sum landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum fram til seinastu jól, tá núverandi samgonga tók við.
Annað uppskotið snýr seg um at flyta føroysku sendistovuna, sum Jenis av Rana alment lat upp í juni mánaði í fjør, úr Tel Aviv til Jerusalems.
Hitt uppskotið snýr seg um, at Føroya landsstýri skal yvirtaka Norðurlandahúsið, tí at “onnur Norðurlond brúka NLH til at ávirka grundleggjandi mentan og virðir í Føroyum, sum føroyingar sjálvir eiga at sleppa at mynda”.
Eftir fyrstu viðgerðina á tingi í dag, fara málini til víðari viðgerð í ávikavist vinnu-, uttanlands- og mentanarnevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald