
Rúsdrekkasøla Landsins hevur í hesi vikuni gjørt avtalu við Pf. Posta um leigu av hølum í postverksbygninginum á Óðinshædd, beint yvir av núverandi hølunum hjá Rúsuni í Miðlon.
Tað váttar Oddbjørg Højgaard, sum tók við sum stjóri í Rúsuni 1. desember í fjør.
- Tað hevur verið eitt mál hjá mær síðan eg byrjaði at fáa betri umstøður í Havn. Endamálið við at flyta er fyrst av øllum at fáa betri arbeiðsumstøður, og so at flyta umsitingina og handilin hjá Rúsdrekkasøluni í Havn saman aftur, greiðir Oddbjørg frá.
(Savnsmynd)
Hon greiðir frá, at tá Rúsan mátti flyta úr iNOVA-bygninginum í síni tíð orsaka av soppi, so var tað ein fyribils loysn at hava útsøluna í Miðlon og umsitingina í hølum hjá Valdemar Lützen á Skálatrøð.
- Tað er óarbeiðsligt ikki at hava útsølustað og umsiting á somu adressu. Eisini hava umstøðurnar viðvíkjandi goymslu og starvsfólkaviðurskiftum ikki verið optimalar í Miðlon, sigur Oddbjørg, og leggur afturat:
- Endamálið við flytingini er ikki, at vit skulu selja meira...
Í bygninginum hjá Posta er gott pláss alt meðan tørvurin hjá Posta minkar. Ætlanin er, at postavgreiðslan skal minka. Enn er ikki heilt greitt hvussu Rúsdrekkasølan fer at innrætta seg, men inngongdin verður á horninum, har inngongdin til postavgreiðsluna og handlarnar har altíð hevur verið. Útsølan og goymslan hjá rúsdrekkasøluni verður so í veghæddini, meðan umsitingin verður í hæddini uppi yvir, sigur Oddbjørg Højgaard.
Uppsagnartíðin í Miðlon er eitt ár, so Rúsan hevur ikki skund at flyta. Stjórin væntar, at flytingin verur veruleiki einaferð komandi summar.
Oddbjørg Højgaard, stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald