
Í dag eru trý ár liðin síðan russiska innrásin í Ukraina. Síðani hevur Russland hersett fleiri øki í Ukraina, fleiri milliónir fólk eru flýdd undan krígnum, og túsundatals fólk - bæði sivilfólk og herfólk - hava latið lív.
Síðan innrásina 24. februar 2022 hevur Russland hertikið 11 prosent av Ukraina, vísir nýggj greining hjá CNN, sum byggir á upplýsingar frá The Institude for the Study of War.
Men verður Krim-hálvoyggin, sum Russland hertók í 2014, hava russar seinastu góðu tíggju árini tikið 18 prosent av Ukraina.
Mett verður, at 6,3 milliónir ukrainar eru flýddir til onnur lond í Evropa seinastu trý árini. M.a. eru 1,2 milliónir flýddir til Týsklands, ein millión til Póllands, og 390.000 til Kekkia. Sambært Løgmálaráðnum upplýsti Útlendingastovan í november, at 242 ukrainar høvdu fingið uppihaldsloyvi í Føroyum.
Sambært mannarættindaskrivstovuni hjá ST verður mett, at 42.000 sivilfólk eru dripin ella særd í Ukraina undir krígnum, men tað er torført at meta um, hvussu nógv herfólk eru dripin, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald