2020-07-27 12:05
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Við fleiri enn 20 koronasmittaðum sjómonnum umborð, fór russiski trolarin Karelia av Fuglafirði leygardagin, og trolarin er nú á veg aftur til fiskiskap.
Karelia er farin úr føroyskum sjógvi og er á veg til NEAFC-økið. Eitt øki norðanfyri Føroya, sum er í altjóða sjógvi, skrivar Kringvarpið.
23 av teimum 77 monnunum umborð á trolaranum hava fingið staðfest koronasmittuna, og tveir teirra eru innlagdir á Landssjúkrahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald