Innanlands

Russisku sjómenninir enn skrásettir í Føroyum

Millum tey, sum eru skrásett smittað í Føroyum í løtuni, eru 21 sjómenn umborð á Karelia, sum er farin úr føroyskum sjógvi, men teir verða verandi í yvirlitinum, til teir eru staðfestir frískir 14 dagar eftir staðfestari smittu, sigur landslæknin

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-27 17:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært hagtølunum hjá Heilsumálaráðnum eru 26 í løtuni smittað við korona í Føroyum. Talan er um trý útlendsk ferðafólk, sum komu til Føroya 18. juli og 23 sjómenn frá russiska trolaranum Karelia.

Tveir av sjómonnunum eru innlagdir á Landssjúkrahúsinum, og restin eru farnir av stað aftur við trolaranum.

Les eisini: Russiski trolarin á veg til fiskiskap

Hóast Karelia ikki longur er í føroyskum sjógvi, og 21 av teimum, sum eru skrásett smittað, sostatt ikki longur eru í landinum, eru sjómenninir enn skrásettir undir aktivum smittutilburðum í Føroyum, og tað verða teir, intil teir verða frískmeldaðir, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

– Tað eru vit, sum hava skrásett teir, og vit kunnu ikki frískmelda teir, áðrenn 14 dagar eru farnir. Annars høvdu teir ongantíð verið skrásettir á rættan hátt, tí teir eru ikki skrásettir aðrastaðni. Tí verða teir verandi í yvirlitinum hjá okkum, intil teir eru meldaðir frískir, og tað verða teir 14 dagar eftir, at smittan er staðfest, sigur hann við Portalin.

Um onkur av sjómonnunum hinvegin ikki gerst frískur longu 14 dagar eftir, at smittan er staðfest, er tað ikki vist, at føroysku heilsumyndugleikarnir fáa boð um tað, sigur landslæknin.

– Karelia hevur ikki skyldu at boða okkum frá, og tí verða teir automatiskt skrásettir sum frískir, tá 14 dagar eru farnir.

Føroyar hevur tilsamans skrásett 214 smittutilburðir, og sambært nýggjastu hagtølunum eru 35.451 kanningar nú gjørdar í landinum. Tvey eru innløgd í løtuni, og átta eru í sóttarhaldi. Tey trý, sum fingu staðfest korona, tá tey komu til Føroya 18. juli, sleppa úr sóttarhaldinum aftur um vikuskiftið.

Les eisini: Landslæknin heitir á fólk um at vísa varsemi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder