Russland umhugsar at svara aftur, eftir at Løgtingið fyrradagin samtyki uppskotið um víðkaðar heimildir at seta ávís avmarkandi tiltøk í verk mótvegis Russlandi.
Maria Zakharova, talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum sigur, at "nýggju óvinarligu gerðirnar" hjá føroyingum setur spurnartekin við árbyrgd Føroya í mun til fiskiveiðuavtaluni millum londini.
Gerðirnar hjá føroyingum tvinga russar at umhugsa at seta í verk hóskandi tiltøk sum aftursvar, sigur hon við Reuters.
Lógin, sum varð samtykt týsdagin, kemur í gildi 1. januar 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald