Russland tók væl ímóti amerikanska uppskotinum til friðaravtalu í síðstu viku, men tað kann verða ein avbjóðing, um broytingarnar, sum eru gjørdar í uppskotinum síðani "ikki eru í samsvari við fundin", sum amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin høvdu í Alaska í august.
Tað sigur russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov sambært Ritzau.
Les eisini: Ukraina og USA gjørt nýtt uppskot til friðarætlan
Upprunaliga amerikanska uppskotið hevði 28 punkt, harav fleiri verða mett at vera til fyrimuns fyri Russland og torfør at góðtaka hjá Ukraina.
M.a. varð nevntí uppskotinum, at Ukraina ikki fer at kunna gerast limur í verjusamgonguni Nato, og at Russland fær alt Donbas-økið.
Men Ukraina og USA hava orðað eitt nýtt uppskot við 19 punktum, og sambært Reuters eru allar ásetingarnar í upprunaliga uppskotinum annaðhvørt broyttar ella sett til síðis.
Í farnu viku segði russiski forsetin, Vladimir Putin, at uppskotið kundi verða grundarlagið undir eini endaligari friðaravtalu.
Sambært almennum fráboðanum hevur Russland ikki fingið broyttu útgávuna, sum sambært Lavrov er "fyribils".
Tað var miðskeiðis í august, at Trump og Putin hittust í Alaska at umrøða kríggið í Ukraina. Partarnir lýstu tríggjar tímar langa fundin sum uppbyggjandi, men annars vóru fáir upplýsingar at fáa.
Trump segði tá, at hann og Putin høvdu umrøtt Nato, trygd og landaøki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald