Uttanlands

Russland finst at ukrainskum broytingum í friðarætlanini

Uttan eina hóskandi loysn verður tað ógjørligt at koma fram til eina endaliga avtalu, sigur russiski varauttanríkismálaráðharrin

Sergej Rjabkov, russiskur varauttanríkismálaráðharri (Mynd: EPA)

Sergej Rjabkov, russiskur varauttanríkismálaráðharri (Mynd: EPA)

2025-12-27 16:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina hevur gjørt viðfevndar broytingar í amerikanska uppskotinum til friðarætlan, og kann tað tí gerast trupult at finna eina semju, sigur russiski varauttanríkismálaráðharrin, Sergej Rjabkov.

– Uttan eina hóskandi loysn á trupulleikarnar, sum eru orsøkin til hesa kreppuna, verður tað heilt einfalt ógjørligt at koma fram til eina endaliga avtalu, sigur hann.

Núverandi uppskotið er munandi broytt í mun til upprunauppskotið, og leggur hann ukrainar og sameindu teirra í ES undir at forpurra eina møguliga avtalu.

– Okkara møguleiki fyri at taka síðsta stigið og koma fram til eina avtalu veldst um okkara egna arbeiði og politiski viljin hjá hinum partinum, sigur hann sambært Ritzau.

Rjabkov sigur, at ein avtala kann bert gerast, um hon heldur seg innanfyri tær rammur, sum amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin  ásettu á einum fundi í Alaska í august.

Tað var fyrr í vikuni, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj legði fram eitt uppskot til eina friðarætlan í 20 punktum. Uppskotið var ein tillagað útgáva av upprunaligu amerikonsku ætlanini í 28 punktum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder