Uttanlands

Russland: Hetta kann ikki góðtakast

USA ger seg inná sjálvræðisrættin hjá Venesuela, sigur russiska uttanríkismálaráðið

Amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði í dagføring á Truth Social frá, at USA hevði tikið forsetan í Venesuela og konu hansara til fanga (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði í dagføring á Truth Social frá, at USA hevði tikið forsetan í Venesuela og konu hansara til fanga (Mynd: EPA)

2026-01-03 15:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Russlandi eru tey sera ørkymlað um fráboðanirnar um, at forsetin í Venesuela, Nicolas Maduro og kona hansara, Cilia Flores eru tikin av USA og flogin úr landinum, skrivar russiska uttanríkismálaráðið.

Um tað passar, ger USA seg inná sjálvræðisrættin hjá einum sjálvstøðugum stati, og tað kann ikki góðtakast, sigur russiska uttanríkismálaráðið í fráboðanini sambært Ritzau.

Russiska uttanríkismálaráðið skrivar eisini, at einki hald er í umberingini, sum USA hevur brúkt til at rættvísgera álopið á Venesuela í nátt, og at Venesuela hevur rættin til at taka avgerðir yvir sína egnu lagnu uttan hernaðarliga uppílegging uttanifrá.

USA hevur ikki alment boðað frá, hví álopið varð framt, men seinastu mánaðirnar hevur USA økt um talið á herfólkum í økinum kring Venesuela við tí grundgeving, at USA ynskir at steðga smugling av rúsevnum úr Suðuramerika til USA. Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur eisini nevnt, at ein innrás á landi kundi vera ein møguleiki.

Seinnapartin í dag - klokkan 16 føroyska tíð, verður tíðindafundur í Florida um støðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder