Uttanlands

Russland og Ukraina samd um fangabýti

Tað snýr seg um at leyslata 157 fangar frá hvørjum parti. Avtalan er fingin í lag undir friðarsamráðingunum í Abu Dabi

Steve Witkoff avmyndaður undir eini vitjan hjá russiska forsetanum í januar (Mynd: EPA)

Steve Witkoff avmyndaður undir eini vitjan hjá russiska forsetanum í januar (Mynd: EPA)

2026-02-05 13:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russland og Ukraina eru í dag vorðin samd um at býta um 314 krígsfangar.

Tað skrivar Steve Witkoff, sendimaður USA og meklari í friðarsamráðingunum millum sendinevndirnar hjá kríggjandi lonndunum, sum fara fram í Abu Dabi, í eini dagføring á X.

- Hetta er úrslit av friðarsamtalunum, sum hava verið gevandi og nágreiniligar. Meðan týðandi arbeiði er eftir at gera, vísa stig sum hetta, at stuðlandi diplomatiskt virksemi gevur ítøkilig úrslit og skundar undir viljan um at støðga krígnum í Ukraina, skrivar Witkoff.

Tað snýr seg um 157 fangar frá hvørjum parti, skrivar statsliga russiska tíðindastovan, Tass.

Friðarsamráðingarnar í sameindu Emirríkjunum fara alt meðan Russland hevur hert álopini á ukrainska orkukervið, skrivar DR. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder