Fyri fyrstu ferð í yvir hundrað ár hevur Russland ikki megnað at rinda sína skuld til útlandið. Russland sigur, at landið hevur pengarnar og viljan at rinda, men at handilstiltøkini forða tí.
Í fleiri mánaðir hevur tað eydnast Russlandi at finna vegir uttan um handilsforðingarnar, sum vórðu settar í gildi eftir innrásina í Ukraina. Men sunnudagin kundi landið ikki rinda renturnar av landsins uttanlandsskuld til tíðina, skrivar Bloomberg.
Russland hevði freist til sunnudagin at niðurrinda 100 milliónir dollarar, men tað eydnaðist ikki.
Hetta er fyrstu ferð síðan 1918, at Russland ikki hevur megnað at rinda sína skuld.
BBC skrivar, at Kreml altíð hevur lagt seg eftir at rinda til tíðina, og tí verður tað mett at raka tjóðarstoltleikan, at tað ikki eydnaðist hesaferð. Russiski fíggjarmálaráðharrin, Anton Siluanov, skal hava kallað støðuna fyri “ein glantrileik”.
Við milliardum av dollarum um vikuna, sum framvegis streyma inn í russiska statskassan frá útflutninginum at orku, vísir Siluanov á, at landið hevur møguleikan og viljan at rinda.
Trupulleikin fyri Russland er, at skuldin skal rindast í dollarum ella evrum, men orsaka av handilstiltøkunum móti Russlandi, kunnu russar einans rinda í rublum ella kinesiskum yuan.
Russland sigur, at upphæddin varð flutt til bankan Euroclear, men at handilstiltøkini forðaðu peningaflutninginum.
Sambært Bloomberg hevur vantandi afturrindanin mest symbólskan týdning fyri Russland, hóast landið upplivir stóra inflasjón og búskaparliga afturgongd.
Lond, ið ikki megna at afturrinda uttanlandsskuld hava trupult við at læna fleiri pengar, men Russland er longu frammanundan forðað í at læna pengar á vesturlendsku marknaðunum, skrivar finska kringvarpið, Yle við Bloomberg og BBC sum keldum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald