Uttanlands

Ruth Bader Ginsburg deyð

Elsti dómarin í amerikanska hægstarættinum andaðist í gjár, 87 ára gomul – Ein nýggjur dómari eigur ikki at verða valdur fyrr enn eftir forsetavalið, halda demokratar

Ruth Bader Ginsburg (Mynd: EPA)

Ruth Bader Ginsburg (Mynd: EPA)

2020-09-19 12:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár andaðist elsti hægstarættardómarin í USA, Ruth Bader Ginsburg.

Ruth Bader Ginsburg, sum í longri tíð hevði strídst við krabbamein, gjørdist 87 ára gomul. Hon andaðist í heimi sínum í Washington D.C.. Familja og vinfólk vóru hjástødd.

Í USA hava nógv fólk fylgt við heilsustøðuni hjá Ruth Bader Ginsburg, sum hevur strídst við krabbamein fleiri ferðir í sínari tíð sum hægstarættardómari.

Hon var ein partur av liberala minnilutanum í amerikanska hægstarættinum. Fimm av níggju dómarum eru konservativir, og tey liberalu í USA hava stúrt fyri, at nakað skuldi hent henni.

Nú Ruth Bader Ginsburg er deyð, merkir tað, at Donald Trump sleppur at peika á enn ein hægstarættardómara at yvirtaka sessin, sum hon hevur havt, síðan 1993.

Meðan hann hevur sitið við valdið, hevur Donald Trump longu tilnevnt tveir dómarar til amerikanska hægstarættin – Brett Kavanaugh og Neil Gorsuch.

Ein hægstarættardómari situr fyri lívið, og sleppur Trump at peika á enn ein konservativan hægstarættardómara, kann tað avgera kósina hjá hægstarættinum í nógv ár framyvir.

Fáar dagar áðrenn hon andaðist, dikteraði Ruth Bader Ginsburg sítt seinasta ynski fyri ommudóttrini. Hennara mest brennandi ynski var, sambært CNN, at hennara eftirmaður ikki skuldi veljast, fyrr enn eftir forsetavalið.

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama heitir eisini á republikanska meirilutan í senatinum um at bíða til eftir valið. Hann vísir á, at senatið í 2016 noktaði at taka hansara tilnevning av Merrick Garland upp, eftir at hægstirættardómarin, Antonin Scalia, var deyður.

– Tey skaptu meginregluna um, at senatið ikki eigur at seta ein hægstarættardómara, áðrenn ein nýggjur forseti er svorin í eið, sigur Obama, og tann meginreglan eigur eisini at vera galdandi nú, gott sjey vikur áðrenn forsetavalið, heldur hann.

Formaðurin fyri demokratiska minnilutan í senatinum, Chuck Schumer, heldur eisini, at mann eigur at bíða til eftir valið.

Kortini hevur formaðurin fyri republikanska meirilutan í senatinum, Mitch McConnel boðað frá, at mann ætlar at taka eina tilnevning hjá Trump upp í senatinum, skrivar New York Times.

Hægstirætturin hevur ein stóran leiklut tá tað snýr seg um avgerðir um eitt nú fosturtøku, LGBT-rættindi, trúarfrælsi, deyðarevsing og valdið hjá amerikanska forsetanum. Til dømis var tað hægstirætturin, sum í 2015 avgjørdi, at samkynd skuldu sleppa at giftast í øllum amerikonskum statum.

Ruth Bader Ginsburg varð vald til hægstarættardómara av táverandi forsetanum, Bill Clinton. Hon er m.a. vorðin kend fyri at stríðast fyri kvinnurættindi. Hon var tann næsta kvinnan, sum varð vald til hægstarættardómara í USA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder